Ráðgeving

Við drúgvum royndum og servitan bjóða vit fyritøkum á sjógvi og landi ráðgeving og hjálp innan okkara kjarnuøki. Okkara ráðgeving tekur altíð støði í hvønn tørv, ynskir, krøv, tankar, avbjóðingar ella trupulleikar kundin hevur. Tí hevur tað týdning fyri okkum, at áðrenn vit byrja at ráðgeva, skulu vit fyrst skilja kundan og hansara tørv. Vit hava fleiri dugnaligar ráðgevarar, sum eru tilreiðar at hjálpa okkara kundum.