Um okkum.
Søgan
Renovent byrjarði sítt virksemi í 1996 við at viðlíkahalda ventilatiónsverk. Skjótt vaks virksemið og byrjaðu vit at gera alt innan HVS, ventilatión, bygningskanningar og byggitekniska ráðgeving. Í dag arbeiða vit við at projektera, ráðgeva og servicera vinnulívið á sjógvi og landi, umframt størri fyritøkur og stovnar – við at tryggja teimum reint vatn og sunt inniklima.
Missión
Vit tryggja fyritøkum á sjógvi og landi, reint vatn og sunt inniluft.
Hóast vit búgva í einum samfelag við reinum vatni og frískari luft, so vita vit hvussu stóran týdning tað hevur, at fyritøkur á sjógvi og landi hava reint vatn og sunt inniluft.
Bakteriur í vatni kunnu kosta fyritøkum milliónir, eins og ósunt inniklima kann kosta sjúkradagar og lækka trivnaðin, tí siga vit: Vit tryggjar fyritøkum á sjógvi og landi, reint vatn og sunt inniklima.
Vissión
Tá talan er um at tryggja reint vatn og sunt inniklima til tað føroyska vinnulívið, so ynskja vit at vera førandi veitari í Føroyum.
Virðir
- Vit seta altíð trygdina og kundan í hásæti
- Vit fara altíð eftir tí grønastu loysnini
- Vit eru álítandi og ærlig
- Vit raðfesta altíð góðskuna hægst
- Vit eru nærløgd
Kjarnukundar
Størri fyritøkur á sjógvi og landi, og kommunur og stovnar
Kjarnurtænastur
Vit ráðgeva, projektera, útinna arbeiðini og umboða ávísar vørur